Amerikanska kreditvirðið aftur hótt

Kinesiska kreditmetingarfyritøkan Dagong Global Credit Rating umhugsar at lækka kreditvirðið hjá USA orsakað av landsins ovurstóra fíggjarlógarhalli. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

Dagong hevur leingi hildið eygað við amerikanska fíggjarpolitikkinum og serstakliga, nú demokratarnir og republikanararnir í Washington ikki kunnu semjast um at skerja hallið á fíggjarlógini. Flokkarnir hava sett eina serliga semingsnevnd, sum hevur freist til tann 23. november at koma við einum semingsuppskoti, men heldur ikki nevndin kann semjast um nakað uppskot. Tað kann tað enda við, at amerikanska kreditvirðið lækkar, skrivar The Guardian.

Dagong lækkaði amerikanska kreditvirðið fyri einum ári síðani og aftur fyri trimum mánaðum síðani. Nakrar dagar seinni gjørdi Standard & Poor's tað sama.