USA-Irak
Árni Joensen
? Koma irakar til ta niðurstøðu, at tað slepst ikki undan einum amerikanskum álopi, kunnu teir eisini koma til ta niðustøðu, at tað tænir ongum endamáli at geva vápnaeftirlitsmonnunum hjá ST atgongd til landið aftur.
Tað sigur svenski formaðurin hjá eftirlitsmonnunum, Hans Blix.
George W. Bush, forseti hevur ferð eftir ferð endurtikið, at tað er neyðugt at fáa Saddam Hussein frá, og at USA er til reiðar at gera tað við vápnamegi. Í síðstu viku segði trygdarráðgevi forsetans, Condoleezza Rice, at tað slepst ikki undan at leypa á Irak fyri at fáa tann ónda mannin burtur, sum hon málbar seg.
Nú ávarar Hans Blix ímóti álopshóttanunum. Í einari samrøðu við BBC sunnudagin ásannaði hann, at tað seinasta uppskotið frá Irak um at taka eftirlitið uppaftur var ikki nóg gott, men hann helt, at tað eigur at bera til at ávirka iraksku stjórnina til at geva eftirlitsmonnunum atgongd til landið, so teir kunnu kanna, um landið hevur ella er í ferð við at gera hópoyðingarvápn.
? Eg haldi tað vera týdningarmikið, at eftirlitsmenninir sleppa aftur til Irak, og at teir sleppa at fullføra sína uppgávu. Vit eru allir tilreiðar at gera okkara fyri at sleppa undan einum kríggi, segði Hans Blix.
Fríggjadagin boðaði stjórnin í Bagdad frá, at hon er til reiðar at tosa við ST um møguleikan at lata vápnaeftirlitsmenninar koma aftur til landið. Enn hevur ST ikki svarað hesum seinna tilboðnum.









