Amerikanska konsulátið í Nuuk vendi sær til allar flokkar í Grønlandi og bjóðaði teimum á fund nakrar vikur undan valinum.
Tað upplýsir Politiken, sum hevur sæð boðini frá konsulátinum.
Sambært blaðnum stendur í kanningini, at amerikanska konsulatið vil hoyra um "prioritetirnar hjá grønlendsku flokkunum fyri næstu stjórn, eisini sambandið við USA".
- Vit vilja fegin verða vertur tygara á konsulátinum ella koma á skrivstovu tykkara. Vit venda okkum til allar politiskar flokkar fyri at geva avgerðartakarunum í Washington eina nágreiniligari fatan av politiska landslagnum í Grønlandi, stendur í innbjóðingini frá konsulátinum, sambært Politiken.
Innbjóðingin varð send út 21. februar og er bæði skrivað á grønlendskum, donskum og enskum.
Bæði Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit, og Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Atassut, síggja áheitanina sum eina roynd hjá USA at ávirka grønlendska valið, skrivar Politiken.
Valið til grønlendska landstingið, Inatsisartut, verður í morgin 11. mars.
Síðani desember hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir víst á ynski um at fáa Grønland á amerikanskum hondum.
Tað ynskið varð endurtikið í síðstu viku, tá Trump helt sína fyrstu røðu fyri kongressini. Her segði forsetin, at USA hevur brúk fyri oynni av orsøkum til tjóðar- og altjóða trygd.
- Eg haldi, at vit fara at fáa tað (Grønland, red.). - Á ein ella annan hátt fara vit at fáa tað, segði Trump í røðuni.
Seinast boðaði Trump frá, at USA er til reiðar at gera íløgur fyri milliardir í Grønlandi og gera grønlendingar ríkar. Hetta skrivaði hann á sínum sosiala miðli, Truth Social, mánakvøldið.
Sama dag segði grønlendski forsætisráðharrin, Múte B. Egede, í samrøðu við DR, at amerikanski forsetin ikki hevur viðgjørt grønlendingar við tí virðing, sum fólkið hevur uppiborið.
- Tað, sum hendir í heiminum beint nú, fær meg rættiliga at stúra. Tað, sum vit síggja, er ein heimsskipan, sum viknar á nógvum frontum, og kanska ein forseti í USA, sum er sera ótilrokniligur á ein hátt, sum ger, at fólk kenna seg ótrygg, sigur hann við DR.
Samstundis legði Múte B. Egede enn einaferð dent á, at Grønland hoyrir til grønlendingar.
/Ritzau/