Vøksturin í búskapinum minkaði eitt sindur.
Hvørja ávirkan hevði so hetta?
USA ger fesk hagtøl uppá 3 vikur.
Í Føroyum tekur tað 3 ár
BÚSKAPUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Av týdningi hesa síðstu vikuna var, at í USA blivu tølini fyri , ella Gross Domestic Product, GDP, fyri seinasta ársfjórðing í 2004 kunngjørd. Vøksturin í landinum var tilsamans uppá 3,1 %,
Hetta var nakað minni tey 3,5 %, sum eygleiðarar høvdu væntað, til dømis í amerikanska Business Week (310105). Tað stóra handils- og gjaldsjavnahallið, sum ?Vinnusíðurnar? skrivaðu um í síðstu viku, hevur etið væl burturav væntaða høga talinum.
GDP vísir støddina á framleiðsluna av vørum og service sum er framkomin við at brúka arbeiðskraft og framleiðsltól í einum landi. Í 3. árfjórðingi vaks GDP við 4.0 %, so eisini í mun til hetta er 4. ársfjórðingur uppá 3,1 % ein afturgongd. Men hetta er væl at merkja framvegis ein góður vøkstur, hóast ferðin er minkandi.
Stovnurin BEA hevur eisini gjørt upp at inflatiónin vaks, frá 1,9%til 2,7%. Í USA er vanligt at rokna oljuútreiðslur og matvørur frá, tí hesir postar svinga sera nógv. Roknað á hendan hátt verða inflatiónstølini 1,9% í 4. ársfjórðingi, móti 1,7% í triðja.
Samstundis verður boðað frá, at lønir og samsýningar bert eru hækkaðar við 0,4 %, so hetta bendir á at reallønin er fallandi.
Men størri vøkstur í USA enn í Euro-økinum
Eftir seinastu tølunum hava tey europeisku londini framvegis ein seinni vøkstur enn USA. Metingar av GDP (btú) í The Economist siga, at vøksturin í Bretlandi og Týsklandi var ávikavist 3,2% og 1,3%. Í Frankaríki og Italia var hann 2,1% og 1,2%. Í Danmark og Svøríki ávikavist 2,1% og 3,4%. Í Euro-økinum sum heild var vøksturin 1,8% og arbeiðsloysi 8,9%.
Hvørja ávirkan hevði so hetta á valutakursirnar?
Í fyrstu atløgu hendi tað væntaða: at dollarin fall. Men tað vardi ikki ein heilan dag. So stabiliseraðist kursurin aftur, einahelst tí at handilin bíðar eftir, hvat ið hendir í næstu viku.
?Amerikanski Tjóðbankin, Federal reserve, fer at fundast, og væntandi hækkar rentan við fjórðings procenti. Í juni í fjør var rentan 1 %, síðan er hon hækkað í smáum fimm ferðir, og er nú 2,25%.
?Spekulatiónirnar um, hvat ið fer at henda við kinesiska gjaldoyranum yuan halda fram. Sum er, hava kinesarar knýtt yuan at dollara. Tá dollar fellur, so fellur yuan eisini, og øvugt. Tí fáa amerikanarar ongan fyrimun í samhandlinum, nú dollar hevur verið viknandi í longri tíð. Teir meta at yuan skal uppskrivast, ella revaluerast, við 40 %, men hetta vilja kinesarar ikki. Bank of China sigur, at einki fer at henda teir komandi 6 til 18 mánaðarnar. Spurningurin er um kinesiska stjórnin sigur tað sama?
Føroysk hagtøl koma nógv seinni.
Her síggja vit at heimsins størsti búskapur hevur álítandi tøl, um ikki tey enda-ligu, minni enn ein mánaða eftir at roknskaparárið er liðugt. Haraftrat upplýsa amerikanarar, at endaligu tølini koma í februar. Eg ætlaði at samanbera við føroysk tøl. Men hetta ber slett ikki til. Fert tú á heimasíðuna hjá Hagstovuni í Alberthall, so ganga hagtøl fyri tjóðarroknskapin ikki longur enn til 2002. Og haraftrat stendur, at tølini fyri 2001 og 2002 eru mett tøl. Tað vil siga, at meira enn 3 ár eru farin, og enn eru bert mett, vurderað ella ætlaði tøl at fáa. Árið 2003 er ikki so frægt sum vurderað leysliga enn. USA við 250 mió íbúgvum brúkar 3 vikur til at fáa tølini uppá pláss. Føroyar við 48.000 íbúgvum brúka 3 ár ella kanska meir.
Seinasta vikan
Afturvendandi kurvan er førd á jour, sí mynd 1. Seinasta vikan vísir seg at vera rættiliga rólig, og kursurin á Euro í mun til Dollara lá millum 1,30 og 1,31. Børsen, 250105, veit at siga, at Royal Bank of Scotland hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at fleiri tjóðbankar eru farnir keypa euro heldur enn dollar. Hetta verður hildið at vera eitt langtíðarrák. Og niðurstøðan hjá Børsen er hendan dag, at ?dollarens seneste tids positive tendens ikke vil vare ved.? Amerikanska stjórnin væntar ella vónar, at lági dollarkursurin fer at økja um útflutningin, men tað hevur higartil gingið ógvuliga striltið.
Í Schweiziska býnum Davos, hevur stórur fundur verið um heimsbúskapin. Stjórin í ECB, European Central Bank, sum eitur Trichet, hevur sagt at ein sterk euro og veikur dollari er til ampa fyri europeiskan útflutning. Úr einum øðrum vinkli hevur stjórin í Microsoft, Bill Gates, sagt sína meining um dollaran og hann væntar ikki at dollari fer at styrkjast í hesum ári.
Keldur:
- US department of Commerce.
Bureau of Economic Analysis.
www.bea.doc.gov.
- CNNTEXT: 290105
- Børsen 25-01-05 & 310105. J.D. Lemche
-The Economist, 290105
??????
Hvussu langa tíð tekur tað at seta tjóðarroknskapin upp???
USA við 250 mió íbúgvum brúkar 3 vikur.
Føroyar við 48.000 íbúgvum brúka 3 ár ella meir.