Fyri einum mánað síðani vóru umboð fyri evropsiska trygdar- og samstarvsfelagsskapin, OSCE, í USA og kannaðu ymsar skipanir, sum skulu nýtast í forsetavalinum fyrst í næsta mánað. Umboðini hugdu at tólunum, sum skulu telja atkvøðurnar, og tey kanaðu eisini atkvøðuseðlarnar. Harafturat kannaðu tey kærur frá fólki, sum vilja vera við, at myndugleikarnir skerja møguleikarnar hjá minnilutabólkum at atkvøða.
OSCE skal fyri fyrstu ferð hava eygleiðarar í USA sjálvan valdagin, men longu nú stúrir felagsskapurin fyri, at skilið verður tað sama sum á foretavalinum fyri fýra árum siðani. Tá var skilið serliga ringt í Florida. OSCE sigur, at valmyndugleikarnir har hava fingið sær nýggjar teljimaskinur, men at tær veita heldur ikki vissu fyri, at alt fr rætt fram.
Umboðini siga eisini, at spurningurin um atkvøðurætt er ógreiður, og tí kann tað væl henda, at fólk sleppa at greiða atkvøðu, sjálvt um valmynduglekarnir ikki hava vissu fyri, at viðkomandi hevur rætt at atkvøða.
Fyri nøkrum døgum síðani fanst fyrrverandi forsetin Jimmy Carter at viðurskiftunum í Florida. Hann heldur tað vera átaluvert, at eingin óheft valnevnd er í statinum.
Á valinum fyri fýra árum síðani tók tað meiri enn ein mánað at fáa staðfest, hvør var valdur til forseta í USA. Endin var, at George W. Bush varð kosin vinnari, tí hann sambært valmyndugleikunum hevði fingið 537 atkvøður fleiri í Florida enn demokraturin Al Gore.
Tann endaliga avgerðin fall í amerikanska hægstarætti, men nógvir demokratar góðtaka framvegis ikki Bush sum lógliga valdan forseta. Demokratarnir hava eisini sagt seg fegnast um, at OSCE sendir eygleiðarar at fylgja við valinum hesaferð. Republikanararnir hava harafturímóti sagt, at tað er óneyðugt.