Amerikanska byrsufelagið fær fleiri limir

Amerikanska byrsufelagið National Rifle Association (NRA) hevur fingið meiri enn 100.000 limir afturat síðani tilburðin á Sandy Hook-skúlanum í Newtown fyri fýra vikum síðani, har 20 børn og seks vaksin vórðu skotin.

NRA sigur, at limatalið er vaksið úr 4,1 milliónum í 4,2 milliónir, og at felagið hevur sett sær sum mál at fáa limatalið upp á fimm milliónir, áðrenn kjakið um vápnalógina doyr út.

Í gjár vóru umboð fyri NRA á fundi við Joe Biden, varaforseta, sum hevur fingið til uppgávu at orða eitt uppskot, sum skal forða fyri, at tað, sum hendi í Newtown, skal endurtaka seg. Aftan á fundin kærdu NRA-umboðini seg um, at orðalagið á fundinum hevði verið heldur hvast, og umboðini vildu vera við, at Hvítu Húsini leggja størri dent á at kúga rættin hjá fólki at bera vápn enn at verja amerikonsk børn.

USA hevur fyrr havt forboð ímóti álopsvápnum so sum hálvautomatiskum riflum av tí slagnum, sum Adam Lanza brúkti í Newtown. Men lógin fór úr gildi í 2004 og er ongantíð endurnýggjað.