Sunnudagin fær Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, vitjan av amerikansku sendikvinnuni í Danmark, Laurie S. Fulton og kenda danska vinnulívsmanninum Jørgen Mads Clausen Endamálið við vitjanini hjá sendikvinnuni er at kunna seg meira um føroyskt vinnulív og at uppbyggja handilssambond millum Føroyar og USA.
Sendikvinnan og Jørgen Mads Clausen fara á ferðini í Føroyum at vitja fleiri føroyskar fyritøkur og í íverksetaraumhvørvinum.
Fyrst í næsta ár er ætlanin at nýstovnaða Invest.fo, saman við danska vinnuhúsinum, Dansk Industri, skipa fyri vinnuferð til USA, har amerikanska sendikvinnan og landsstýrismaðurin í vinnumálum beina vegin fyri handilssambondum landanna millum, samstundis sum føroyskar og danskar fyritøkur møtast.
Jørgen Mads Clausen er ein av leiðandi vinnulívsmonnunum í Danmark, og er eitt nú kendur sum stjóri á Danfoss og nevndarformaður í Dansk Industry. Harumframt hevur hann í mong ár arbeitt við at betra um korini hjá íverksetum í danska samfelagnum.