Amerikanarin bíðar framvegis

Ísigraða oddaliðið EB/Streymur vitjar í dag KÍ, sum ikki hevur tapt átta tær seinastu ferðirnar.

Í Klaksvík bíða teir framvegis eftir, at loyvini skulu koma upp á pláss hjá amerikanska álopsspælaranum, Joe Zewe. Teir høvdu vónað, at hann fór at vera við í dag, men tað verður hann ikki.

Tað verður miðvallarin Emil Nolsøe Leifsson. Hann leigaður í HB, har Emil ikki hevur fingið møguleikan á besta liðnum.

Mikukvøldið fór John Hammer av vøllinum, tí hann er plágaður av skaða í knænum. Tað er møguleiki fyri, at tað verður neyðugt at spara hann í dag.

Í EB/Streymi er lagið avbera gott. Eftir at samansetta liðið leygardagin fyri einari viku síðani annað árið á rað tryggjaði sær Løgmanssteypið, eydnaðist tað mikukvøldið væl og virðiliga at styrkja um oddasessin í Formuladeildini. EB/Streymur vann fulla úrtøku á heimavølli ímóti B71, og sigurin gjørdist eyka søtur, tá ið báðir teir næstu kappingarneytarnir snávaðu. B36 megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik á Skála, og HB tapti á heimavølli ímóti KÍ.

Sigurin í Gundadali mikukvøldið hevur sjálvandi borið við sær, at fótbóltstemperatururin í Klaksvík er hækkaður. Hetta saman við tí sannroynd, at tað er sannførandi oddaliðið, sum vitjar, fer ivaleyst at hava við sær, at áskoðarafjøldin verður stór.

Í EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir. Mikukvøldið gav Sigfríður Clementsen Fróða Clementsen møguleikan í miðverjuni, meðan Levi Hanssen var á sentralum miðvallarplássi og Brian Olsen var á beinkinum fyrsta tíman