- Sjálvt heimsins einasta stórveldi við heimsins mest framkomnu tøkni kann hava ilt við at finna hesar menn, sigur Charles Pena, sum er amerikanskur verjuserfrøðingur.
Í mars róku amerikanararnir irakska forsetan, Saddam Hussein, frá, men nú hálvan triðja mánað seinni hava teir framvegis ikki funnið hann. Í desember í 2001 segði George W. Bush, forseti, at hann vildi hava yvirgangsmannin Osama bin Laden "dead or alive", og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, segði sannførdur "we're going to get him". Men enn hava amerikanararnir ikki sæð nakað til bin Laden.
Mullah Omar var leiðari í afghanska Taliban-stýrinum, sum hýsti al-Qaeda, men hann slapp til rýmingar, tá USA og onnur lond lupu á Afghanistan í oktober í 2001.
Ein talsmaður hjá verjumálaráðnum Pentagon viðgekk fyri tíðindastovuni Reuters í gjár, at amerikanska stjórnarumsitingin er ørkymlað av, at eingin av teimum trimum er funnin enn.
Amerikanararnir halda, at bin Laden er í Afghanistan ella Pakistan, og at Mullah Omar fjalir seg í Kandahar ella Oruzgen í Afghanistan. Í Irak hava servandir amerikanskir hermenn leitað eftir Saddam Hussein, men uttan úrslit, og eingin iraki tykist vita ella vera sinnaður at siga, hvar hann er.