Amerikanarar skulu upp á Mars

-Tað er ikki nóg mikið at senda eitt ómannað far upp á Mars. Vit skulu hava fólk upp hagar, og vit skulu hava eina støð har, sigur George W. Bush, forseti.

Í næstu viku fer George W. Bush, forseti, at kunngera eina nýggja amerikanska rúmdarætlan. Hann hevur gjørt av, at USA skal senda fólk upp á gongustjørnuna Mars, og at USA skal hava eina støð har.

Tað er greitt, at ein slík ætlan verður ikki framd í bræði, og tí roknar forsetin við, at tað fyrsta mannaða amerikanska rúmdarfarið kann seta seg á Mars um eini tíggju ár.

Amerikanskir tænastumenn siga, at stjórnin ætlar at seta ferð á amerikonsku rúmdarkanningarnar, sum hava verið fyri fleiri álævarssomum bakkøstum í seinastuni. Eitt nú doyðu sjey fólk í februar í fjør, tá ein rúmdarferja sprongdist, beint áðrenn hon skuldi seta seg.

Í hesum døgum fyrireikar amerikanska kanningarfarið "Spirit" seg til at kanna skorpuna á Mars, og seinni í mánaðinum lendir enn eitt amerikanskt kanningarfar á reyðu gongustjørnuni.