Framman fyri 20.000 áhoyrarum kunngjørdi John Kerry, senatotur, gjáramorgunin, at hann tók av tilboðnum frá flokki sínum um at stilla upp á forsetavalinum 2. november, og at hann ætlar sær at fella George W. Bush, forseta.
Í røðuni, sum verður hildin at fáa avgerandi týdning fyri møguleikar hansara at vinna valið, segði Kerry, at undir hansara leiðslu fer USA ongantíð í kríggj, tí landið vil sleppa í kríggj, men at tað verður bara gjørt, um tað er alneyðugt.
Við hesum staðfesti hann eina ferð enn, at hann er ímóti tankanum hjá Bush um fyribyrgjandi kríggj. USA skal ikki í kríggj, uttan so at landið er hótt, segði Kerry. Hann legði afturat, at undir hansara leiðslu skulu amerikan-ararnir fáa sannleikan at vita, og at hann fer at leggja dent á at endurreisa álitið, sum USA hevur mist í umheim-inum. Í hesum sambandi ætlar hann at styrkja sambandið við landsins sam-eindu í bardaganum ímóti yvirgangi.
Í takkarrøðuni nam Kerry eisini við búskapin. Hann segði, at hann hevur sett sær fyri at skerja hallið á fíggjarlógini niður í helvt tey næstu fýra árini. Hann vísti á, at Bush-stjórnin hevur støðugt lækkað skattin hjá vinnufyritøkunum, men at hann ætlar sær at steðga tí.
Kerry segði eisini, at ein stjórn undir hansara leiðslu fer ikki at privatisera ta almennu trygdina ella at skerja tær almennu veitingarnar. Stjórnin fer heldur at gera størri íløgur í nýggja tøkni og alternativa orku, so USA ikki skal verða so heft at útlendskari olju longur.
Dregur frá Bush
Meiningakanningar í USA teir seinastu dagarnar hava víst, at John Kerry hevur fingið størri og størri undirtøku undir landsfundinum hjá demokratiska flokkinum, sum var í Boston.
Tann seinasta kanningin, sum kanningarstovnurin Zogby America hevur gjørt, og sum varð almannakunngjørd í gjár, vísir, at 48 prosent av veljarunum styðja John Kerry, og at 43 prosent styðja George W. Bush. Fyri einari viku síðani vísti ein kanning, at tað stóð at kalla á jøvnum teirra millum.










