Amerikanarar nøgdir við Obama

Barack Obama, forseti, er betur umtóktur millum sínar landsmenn nú enn fyri einum ári síðani.

Ein nýggj meiningakanning hjá Washington Post og ABC News vísir, at 60 prosent av teimum spurdu eru nøgd við forsetan. Í einari tilsvarandi kanning fyri einum ári síðani vóru 53 prosent nøgd við hann.

Samstundis eru tey, sum eru misnøgd við Obama sum forseta, fækkað úr 43 prosentum í 37 prosent.

Men Obama er ikki so væl umtóktur, sum Bill Clinton og Ronald Reagan vóru, tá teir fóru undir tað seinna forsetaskeiðið. Hinvegin er hann betur umtóktur, enn George W. Bush var, tá hann hevði sitið í fýra ár.

Hóast Obama hevur gjørt nógv burturúr, at amerikanarar eiga at standa saman, hevur hann ilt við at fáa stuðul frá teimum republikonsku veljarunum. Í kanningini hjá Washington Post og ABC News siga 80 prosent av teimum, at tey halda lítið um forsetan.