Teir flestu amerikanararnir eru ímóti avgerðini hjá Barack Obama, forseta at banna oljufeløgum at bora eftir nýggjum brunnum á amerikanska landgrunninum. Í einari meiningakanning siga 56 prosent av teimum spurdu, at tað er neyðugt hjá USA at vinna olju undan havbotninum, um landið skal gerast meiri sjálvbjargið við orku.
Hinvegin eru 38 prosent samd við Obama um leitisteðg.
Amerikanararnir eru harafturímóti samdir við Barack Obama um, at British Petroleum má átaka sær fulla ábyrgd av oljudálkingini í Meksikoflógvanum. Tað siga 89 prosent av teimum spurdu, men 69 prosent halda kortini, at amerikonsku myndugleikarnir hava eisini ábyrgd av tí, sum er hent.