Amerikanarar framt loftálop á Taliban

Hóast vápnahvíld og friðaravtalu hevði Taliban longu fram 43 álop á Afghanskar stjórnardeildir, sigur USA

Amerikanska stjórnin hevur fram loftálop á Taliban hermál í Helmand landslutinum bert fáar dagar eftir, at partarnir báðir skrivaðu undir friðaravtalu.

Hóast tað bert eru 11 dagar dagar síðani, at Amerika seinast framdi loftálop á Taliban, so er hetta kortini fyrsta álop, síðan partarnir báðir undirskrivaðu vápnahvíld og síðani friðaravtalu.

Álopið hendir eisini bert fáar tímar eftir, at Trump, forseti, boðaði frá, at hann ehvði havt eitt "gott prát" við Taliban leiðaran.

Sonny Legget, oberstur, sum er talsmaður fyri amerikansku herdeildirnar í Afghanistan, boðaði á Twitter frá, at loftálop var framt, men legði eina við, at talan var um eina verjuatsókn, ið hevði til endamáls at steðga einum Taliban álopi á Afghanskar herdeildir.

Sambært nýggju friðaravtaluni skulu allar amerikanskar og Nato herdeildir taka seg úr Afghanistan komandi 14 mánaðirnar, um Taliban heldur friðaravtaluna. Men Legget oberstur vildi vera við, at Taliban deildir hava longu framt 43 álop á afghansk mál, og tí varð neyðugt at søkja at talibansku áleyparunum.