Eitt amerikanskt Hercules-flogfar er um at fara á flog av flogvøllinum í Nuuk í Grønlandi.
Tað upplýsir ein tíðindamaður frá grønlendska miðlinum Sermitsiaq, sum er á flogvøllinum.
Sermitsiaq skrivar, at fleiri skottryggir bilar eru lastaðir umborð á flogfarið saman við fleiri ferðafólkum.
Sambært miðlinum er talan um amerikanska liðið, sum skuldi fyrireika seg til vitjanina hjá konu amerikanska varaforsetan, Usha Vance, í vikuni.
Sambært video frá tíðindamanninum hjá TV 2 hava skottryggir amerikanskir bilar verið á veg móti flogvøllinum í Nuuk.
Tvey amerikansk Hercules-flogfør lendu í Grønlandi sunnukvøldið undan vitjanini hjá Usha Vance. Umborð á flogførunum vóru fýra skottryggir bilar og starvsfólk, sum skuldu hjálpa til undir vitjanini.
Ein røð av donskum løgreglumonnum og í minsta lagi tveir løgregluhundar lendu eisini sunnukvøldið í sambandi við komandi vitjanina.
Usha Vance skuldi vera partur av eini størri sendinevnd, sum millum annað skuldi vitja Nuuk og Sisimiut.
Til dømis skuldi hon eftir ætlan luttaka í hundarenning í felag við amerikanska trygdarráðgevan, Mike Waltz, og amerikanska orkumálaráðharranum, Chris Wright.
Men týsdagin varð vitjanin broytt. Nú er tað varaforsetin í USA, J.D. Vance, og kona hansara, sum vitja amerikansku hernaðarstøðina Pituffik Space Base, sum áður var nevnd Thule Base.
Tað er framvegis ógreitt, um Mike Waltz og Chris Wright eisini fara at luttaka á vitjanini á amerikansku hernaðarstøðini.
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fegnast um, at vitjanin í Grønlandi nú bert fer til hernaðarstøðina í Norðurgrønlandi.
Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, heldur, at tað ikki hevur verið "ein pen framferð frá amerikanskari síðu".
/ritzau/