Amerikanarar eru fyri deyðarevsing

Tveir triðingar av amerikanska fólkinum halda, at tað er rætt at hava deyðarevsing, og meiri enn annar hvør amerikanari heldur, at ov fá verða dømd til deyða. Í einari meiningakanning hjá Gallup siga 65 prosent, at tey eru fyri deyðarevsing, og 31 prosent halda, at uppaftur fleiri skuldu fingið deyðadóm.

Tað eru serliga republikanskir veljarar, sum eru fyri deyðarevsing. 81 prosent av teimum republikonsku veljarunum styðja deyðarevsing, meðan 49 prosent av teimum demokratisku veljarunum hava somu hugsan.

40 deyðadømdir fangar eru tiknir av døgum í USA higartil í ár.