Amerikanarar eiga at tingast við fíggindan

David Petraeus, generalur, sum um stutta tíð fær ábyrgdina av teimum amerikonsku hermonnunum í Afghanistan, heldur, at USA eigur at fyrireika seg til at tingast við sínar fíggindar

-Í hesum tíðum royni eg at vanda mær um orðini, men mín hugsan er, at vit verða noydd at tingast við fíggindan, sigur David Petraeus við amerikanskar fjølmiðlar. Hann leggur dent á, at orð hansara hava einki við amerikanska forsetavalstríðið at gera.

Í hálvtannað á hevur David Petraeus verið ovasti fyri teimum amerikonsku hermonnunum í Irak, men herfyri fekk hann starv í amerikonsku herleiðsluni og skal millum annað hava ovastu ábyrgdina av teimum amerikonsku hermonnunum í Afghanistan.

-Vit mugu vita, hvønn vit tosa við, og samrøðurnar skulu hava eitt greitt endamál, sigur generalurin, sum fær æruna av, at tað er vorðið rættiliga friðarligt í Irak tað seinasta árið. Seinni í hesum mánaðinum tekur hann við starvinum í amerikonsku herleiðsluni.