Amerikanskir menn viga í miðla 89 kilo. Tað eru 13 kilo meira, enn miðalvektin var í seksti árunum.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum amerikanskir heilsumynduleikar hava gjørt, og sum CNN endurgevur
Nýggja heilsukanningin, sum brúkar tøl frá 2016, samanber støðuna við eina kanning av tølum í 2004. Hesi 12 árini er miðalvektin hjá monnum vaksin 2 kilo. Miðalvektin hjá kvinnum er hesi árini vaksin 3 kilo, og miðalvektin hjá kvinnum er nú 77 kilo.
Verður BMI roknað av miðlavekt og miðalhædd, hava amerikanskir menn eitt BMI-tal á 29,6 og kvinnur 29,1. Fitimarkið er 30.
Kanningin byggir á heilsutøl hjá 47.233 amerikanarum í aldri yvir 20 ár.