AME Reykjavík: Føroyskur tónleikur ger innrás

Nú fáa íslendingar høvið at uppliva, at føroyskur tónleikur er annað enn Georg, James, Eivør, Týr og 200, tá seks føroyskir bólkar fara á pall í best umtókta spælistaðnum í Reykjavík


Útflutningur
 
Leygarkvøldið 22. april skipa Menningarstovan, TUTL og Norðurlandahúsið fyri fyri stórari konsert við 6 føroyskum bólkum einum íslendskum bólki í vælumtókta konsert- og dansistaðnum NASA í miðbýnum í Reykjavík.
 
Fjórða AME tiltakið
Tiltakið verður nevnt "AME-Reykjavík" og hevur tilendamáls at skapa áhugað fyri føroyskum tónleiki í Íslandi. Hetta er fjórða AME tiltakið, ið Norðurlandahúsið skipar fyri, tvey hava verið í VEGA í Keypmannahavn í 2004 og 2005, meðan Norðurlandahúsið í Føroyum var karmur um tiltakið í apríl í fjør. Aftur hesaferð er Altantic Airways við sum stuðul á tiltakinum.
 
Nakað av tí besta
Luttakandi bólkarnir á AME Reykjavík eru nakað av tí besta, ið føroyski tónleikaheimurin hevur at bjóða innan rokk og popp. Høgni Lisberg, Lena, Deja Vu, Makrel, Marius og Gestir . Harumframt luttekur íslendski bólkurin Dikta
 
Frá Ssa Ssa Sa Sa til Musclemanblað
Føroyskur tónleikur hevur vunnið alsamt størri lurtaraskara í Íslandi seinnu árini, har nýggjari bólkar sum Týr, 200 og serliga Eivør hava fingið nógvar áhoyrar í bróðurtjóðini í vestri. Bæði Týr og Eivør hava selt nógvar fløgur og havt ovastu rók á íslendsku hittlistunum, meðan 200 og teirra Musclemanblað mundu koppað Iceland Airwaves festivalin í fjør.
 Men søguliga hevur tónlistarliga tilknýtið altíð verið stórt millum tjóðirnar. Nevnast kunnu James Olsen og risa stjørnan í 80unum George eystan Á, ið næstan kundi ganga á vatninum í Íslandi, ið øllum førum á Vatnajøklinum. 
 
Áhugaverdur marknaður
Fyri føroyskari tónleikabólkar er íslendski marknaðurin sera áhugaverdur, tí hóast hann ikki er stórur, so kann hetta lætt tví- ella trý falda søluna av eini føroyskari útgávu. Hetta merkir í veruleikanum munin á undirskotið og yvirskotið av eini fløguútgávu.
Í Íslandi hava miðlarnir víst AME Reykjavík stóran ans. Bæði Ríkisútvarpið, tonlist.is, visitreykjavik.is og aðrir miðlar hava skrivað um tiltakið á sínum heimasíðum, og sjónvarp og útvarp fyrireika innsløg frá innrásini.
 
Størri útboð av føroyskum tónleiki
Atgongumerkini kosta 1500 íslendskar krónur og kunnu keypast í Skifuni á www.midi.is
Dyrnar lata upp klokkan 20.30 og konsertin byrjar klokkan 21.00. Í sambandi við konsertina er útboðið av føroyskum tónleiki í Skifuni munandi størri í apríl.