Amboð brúkt at fáa nummarpláturnar av

Nummarpláturnar vórðu tiknar av Skodabilinum og settar uppá aftur, segði ein politistur

Skoda bilurin, sum ákærdi plagdi at koyra å´´i, varð kannaður væl og virðiliga, og ein politistur greiddi í rættinum í gjár frá, hvat hann sá, tá ið hann kannaði nummarpláturnar.
Tað var eyðsýnt, at pláturnar høvdu verið tiknar av, tí merkir vóru á plastinum, sum pláturnar vóru festar við. Tað var eisini eyðsýnt, at akkurt amboð hevði verið brúkt til at fáa pláturnar av. Eitt nú eitt skrúvublað.
Tá ið politisturin fór at kanna pláturnar nærri, sá hann nakað, sum kundi líkst blóði á plátuni aftan.
Hann hevði útgerð, sum kundi siga honum, at tað var blóð, men ikki hvat tað var fyri blóð.
Pláturnar vórðu so sendar til Danmarkar til kanningar, og har fekst prógv fyri, at tað var menniskjablóð og blóð av Pidda.
Ákærdi hevur sagt, at pláturnar eina ferð vóru dotnar av, tá ið bilurin var í einum óhappi.
Politisturin segði, at pláturnar hvørki vóru dotnar av ella tiknar av við handamegi.