Amazonair í Café Retro

Danski bólkurin hjá føroyska gittarleikaranum Sólbjarti Pæturi Sivertsen, Amazon Air hevur verið rættiliga virkin á konsertpallinum seinastu tíðina, aftur leygarkvøldið spælir bólkurin í Keypmannahavn. Konsertin verður í hugnaligu mentanar kaféini Café Retro í Knabrostræde 26. Á myspace síðu síni skrivar bólkurin, at tað verður ókeypis atgongd til konsertina.