Annað samráðingarumfar er júst liðugt. Danski forsætisráðharrin og føroyski løgmaðurin koma saman út ígjøgnum hurðina og sessast handan mikrofonirnar hjá pressuni. Forsætisráðharrin pátikið kátur, løgmaður meira samanbitin. Galant tekur danski forsætisráðharrin vatnfløskuna, sum sett er framman fyri løgmann, og letur hana upp fyri hann. Síðan letur hann sína egnu vatnfløsku upp og byrjar tíðindafundin.
Triðja samráðingarumfar er júst liðugt. Danski forsætisráðharrin og føroyski løgmaðurin koma saman út ígjøgnum hurðina og sessast handan mikrofonirnar hjá pressuni. Forsætisráðharrin álvarsamur, løgmaður hesaferð enn meira samanbitin enn eftir annað umfar. Teir báðir taka hvør sína vatnfløsku og lata hana upp.
Fjórða samráðingarumfar er júst liðugt. Danski forsætisráðharrin kemur einsamallur út ígjøgnum hurðina. Hann er samanbitin. Hann nertir ikki vatnfløskuna, sum sett er framman fyri hann. Síðan sigur hann við pressuna sum er, at samráðingarnar eru slitnaðar, og løgmaður hevur valt at halda sín egna tíðindafund.
Dysturin er av, men vinnarin er hvørki fegin ella stoltur, tí dysturin var ikki millum tveir javnar partar. Men veikari parturin gjørdist desperatur í sínum máttloysi, og tí kundi dysturin bara enda við sorli.
- Tað ber ikki til at samráðast, tí danska stjórnin vil ikki viðurkenna okkum sum javnstøðugar samráðingarpartar, var grundgevingin hjá føroyska landsstýrinum fyri at slíta samráðingarnar.
Men bar tað yvirhøvur til hjá donsku stjórnini at viðurkenna landsstýrið sum javnstøðugan samráðingarpart, tá tað var so ivasamt um føroyska fólkið stóð aftanfyri landsstýrið í hesum málið og partar av sjálvum landsstýrinum vóru so ivasamir í síni egnu søk.
Og var tað yvirhøvur realistiskt at samráðast útfrá lítið lítillátna kravinum um 15 ára treytaleysa skiftistíð eftir eina møguliga avgerð um loysing.
Ella var í veruleikanum talan um grønar politikarar og grønar embætismenn, sjálvir djúpt í politiska sumpinum, sum umframt samráðingarhegni vantaðu skil og virðing fyri grundleggjandi demokratiskum spælireglum og heilt einfalt ikki vistu, hvat teir vóru í gongd við.
Vóru tað veruliga teirgóðu.fo ímóti deonde.dk ella bara amatørar.fo ímóti professionelle.dk.
Hesir spurningar standa eftir, tá seinasti meturin av filminum hjá Ulla Boje Rasmussen er farin framvið ljóskastaranum, og vit aftur verða tikin fram til nútíðina, har búskaparlig og umsitingarlig tillaging til sjálvstýri er nakað man klárar sjálvur, og fólkaatkvøða um loysing er nakað man skrivar út, tá man hevur ein realistiskan møguleika fyri at fremja hana.
At filmurin Føroyar.dk reisir slíkar spurningar, heldur enn at fara undir ta ómøguligu uppgávu at svara teimum objektivt, er eitt tekin um stórt eygleiðaraskynsemi. At filmurin megnar at gera eitt so fløkt evni so einfalt uttan at banalisera tað ber prógv um óvanliga gott frásøgusnildi. At filmurin lýsir hetta stríðsfulla tíðarskeið í Føroya søgu í einum anda, sum er lættur av gaman, er ein sýning av, hvussu sterkt eitt vápn skemt er í røttu hondum.
Tí skemtiligur er hesin filmurin sanniliga eisini. Allur salurin flenti í kíki fleiri ferðir undir frumsýningini. Onkuntíð orsakað av, at hendingarnar vóru beinleiðis stuttligar, aðrar tíðir tí tær at onkrari orsøk kendust láturligar sæddar ígjøgnum bakspeglið. Láturin rungaði soleiðis bæði tá filmurin vísti hvussu neyvt Kári Mouritsen pussar sín taxabil undir drotningavitjanini, og tá filmurin vísir Poul Nyrup Rasmussen, við vanligari orðavalselegansu, sita á tíðindafundi og siga ?Forhandlingskursen er ikke hård?, beint eftir at hann hevði bankað føroyska landsstýrið upp í ein krók undir fyrsta samráðingarumfari.
At vit føroyingar nú, fá ár eftir at hálvur hatur og títtar skuldsetingar um landasvik og annað gott fyltu luftina kring sjálvstýrissamráðingarnar, kunnu fáast at flenna meira ella minni hjartaliga eftir nøkrum av tí minni tespiliga, sum fór fram undir samráðingunum, gevur eina góða fatan av hvussu sterkur hesin filmurin hjá Ulla Boje Rasmussen í veruleikanum er.
Hvør hevur til dømis nakrantíð flent at bankamálinum?
Umframt at vera ein eygleiðari av guðs náði og ein frásøgukvinna sum fá, er Ulla Boje Rasmussen eisini ein frálíkur skemtari.
At hon hevur lagt seg sjálva og allar hesar eginleikar í filmin Føroyar.dk eigur hon stórt rós og nógvar føroyskar tøkkir uppibornar fyri. Tí Føroyar.dk verður fyri eftirtíðina ein søguligur dýrgripur, sum gløgt og beinrakið lýsir eina turbulenta tíð í Føroya søgu, og sum kann siga okkum føroyingum ikki so fá álvarsorð, um vit tíma at lurta.
Í filminum er Høgni Hoydal høvuðspersónur. Vit fylgja honum einu løtuna í turkisfarvaða bili hansara og hinu løtuna einsamøllum bíðandi eftir flogrutuni til Danmarkar. Í heila tikið verður myndatólið oftast sløkt, tá sjálvstýrismálaráðharrin fer út úr myndini. Filmurin setir soleiðis tvær strikur undir, at sjálvstýrissamráðingarnar vóru Høgnasa verkætlan. Tað er tí eisini Høgna Hoydal, sum vit fáa samkenslu við, tá hann líkist einum brotnum manni, eftir at løgmaður hevur tikið fólkaatkvøðuna um sjálvstýristilgongdina aftur.
Men hann, ella aðrir føroyingar fyri tann saks skuld, verða ikki útstillaðir sum offur í filminum. Hetta fegnaðist Høgni Hoydal alment um í røðu síni til Ulla Boje Rasmussen beint eftir frumsýningina av filminum, og tað gjørdi restin av føroyingunum í salinum eisini. Tí føroyingar vóru ikki offur, í øllum førum ikki fyri øðrum enn sínum egnu mistøkum og vánaliga samstarvslagi.
Tí væl var Poul Nyrup Rasmussen ein ópassaliga arrogantur statsleiðari og donsku fjølmiðlarnir ein flokkur av ókritiskum nikkidukkum undir sjálvstýrissamráðingunum. Tað vísti filmurin og tað er nú fest á band sum ein staðfesting, ið tænir hesum til lítlan sóma.
Men tað er tann grundleggjandi munurin millum offrið og taparan, at tann seinni sjálvboðin er farin inn í dystin.
Filmurin gevur eitt sjáldsama gott innlit í taktiska politiska spælið - og vísir eitt skúladømi um, hvussu man ber seg at við at tapa hetta spæl. Men filmurin reisir tíbetur ongan peikifingur og gevur soleiðis hvørjum einstakum áskoðara frið at gera sær sína egnu meting av tí, sum fór fram.
Metingarnar verða helst eins nógvar og áskoðararnir.










