Heiti á framsýningini er: Útróðrarbørn (lívsins sálmar). Tað, at vaksa upp í Klaksvík, millum bátar, skip og trolarar, fólk í øllum aldursbólkum, har fiskivinnan var grundarlagið, og man sum barn upplivdi, at tað var lívsgrundarlagið, bæði útróðurin og langfara fiskarí. Amariel sigur, at tá ið hann vaks upp, snúði stórur partur av tilveruni seg heima hjá teimum um deksbátin, “Norðan”, og at báturin gjørdist tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.
Framsýningin verður opin til 31. oktober, mánadag til fríggjadag kl. 13 til 17.30 og leygardag kl. 10 til 13.