Amariel í Keypmannahavn

Framsýning í Galerie Selma Mikladal

Ein framsýning hjá listamanninum Amariel Norðoy letur upp í Galerie Selma Mikladal, Rørholmsgade 18 í Keypmannahavn, frá 3. til 16. januar 2010.


Fernisering verður sunnudagin 3. januar frá kl. 12 – 16, tá listamaðurin verður til staðar. Hinar dagarnar ber til at ringja til gallaríið og avtala tíð á tel. 00298229876


Framsýningin er fyriskipað saman við Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu í Havn.