Amariel Norðoy fer næstu vikuna at sýna fram listaverk í Leikalund í Klaksvík. Listamaðurin, sum er ættaður úr Klaksvík, men búsitandi í Havn, hevur brúkt upplivingar í uppvøkstrinum sum íblástur til nógv av sínum verkum. Leygardagin kl. 16 er fernisering í Leiklund, og tá syngur Holgar Jacobsen nakrar sangir.
Amariel Norðoy
Listaframsýning í Leikalund
Frá 8/12 til 15/12