Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan.
Heiti á framsýningini er ”Útróðrarbørn – sálmar lívsins”, og nógv av verkunum eru grundað á uppvøksturin hjá Amariel, bátar, skip og fiskimenn. Hjá Amariel og hansara familju snúði nógv av gerandisdegnum seg um deksbátin Norðan, sum eisini sæst aftur á nógvum verkum hansara.
Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 16-18. Framsýningin er opin fram til 30. juli.
Galerie Focus liggur í Lambagerði í Havn.










