Virkni listamaðurin Amariel Norðoy letur nýggja framsýning upp í Galerie Focus fríggjadagin. Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan sæst týðuliga á hesari framsýningini. Holgar Jacobsen spælir til ferniseringina fríggjadagin kl. 16.00.
Amariel Norðoy
Galerie Focus
Frá 15/12 til 28/11