Nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin søgdu seg verða ímóti, at blokkstuðulin varð skerdur við 366 mio. Sambandsflokkurin og Fíggjarmálaráðharrin góðtaka kortini, at blokkurin er skerdur, og siga seg vilja arbeiða undir teimum fortreytum.
Bárður Nielsen sigur, at tað kemur ikki upp á tal, at blokkstuðulin verður hækkaður aftur. Hann er kortini framvegis sannførdur, at tað í síni tíð var óðamannaverk at skerja blokkin við 366 mio. krónum.
-Arbeiðið í samband við niðurskurðin var ikki væl gjørt, tí bert yvir eina nátt varð blokkurin skerdur við heili 366 mio. krónum.Vit høvdu yvirgóðar tíðir við 400-500 mio í yvirskotið og hetta er ikki vanlig støða í føroyska samfelagnum. Skuldi blokkurin verið skerdur, skuldi tað sjálvsagt verið í tráð við normalu búskaparstøðuna og ikk eina óvanliga góða, sigur Bárður Nielsen.
Tátta ikki í íløgum
Bárður Nielsen tekur undir við Hermanni Oskarssyni at undanfarna samgonga ongantíð framdi neyðugu tillagingarnar í samband við niðurskurðin.
Bárður Nielsen sigur seg ætla at virka fyri at neyðugu tillagingarnar í almennum útreiðslum verða framdar, men hann ásannar kortini, at niðurgongdin í løtuni ger tað torførari at tátta í búskaparliga.
-Vita hava longu tikið stig til at minka talið av aðalstýrum, og tað er eitt stig á leiðini. Tað er væl torførari at tátta í, tá tað kemur til íløgupartin, tí skerja vit í íløgunum er stórur vandi fyri, at niðurgongdin verður enn størri.Vit mugu tí halda á við at byggja skúlar og vegir, tí tað er við at skapa virksemi í landinum og halda samfelagshjólunum koyrandi, greiðir Bárður Nielsen frá.
Bárður Nielsen sigur, at tað er rættiliga avmarkað, hvørja ávirkan nýggja ABC-samgongan hevur á fíggjarpolitikkin fyri 2004, tí nú er so langt fráliðið.
Hann greiðir frá, at tað verður ikki fyrr enn í 2005, at nýggja samgongan kann gera sína ávirkan galdandi. Hann væntar framvegis, at hall verður á fíggjarlógini í ár og slær fast, at skal búskaparliga niðurgongdin vendast er neyðugt, at fiskaprísirnir fara upp aftur.