Amalienborg Slotsplads skal steingjast fyri bilum, so tað einans er gjørligt fyri fólk til gongu og á súkklu sleppa inn á plássið.
Slots- og Kulturstyrelsen upplýsir, at eitt týdningarmikið endamál við tryggingin er at økja verjuna, tá størri mannamúgvur eru á plássinum.
##med2##
– Plássið verður tryggari at ferðast á.
– Tað snýr seg eitt nú um, tá stórar hendingar eru í kongshúsinum, til dømis tá drotningin hevur føðingardag, men eisini gerandisdagar, sigur slots-urtagarðsmaðurin í stýrinum, Palle Kristoffersen, adjungeraður professor.
– Góðar summardagar, og tá nógv ferðamannaskip vitja í havnini, eru sera nógv fólk á slotsplássinum. Serliga tá Lívgardan hevur vaktarskifti klokkan 12, sigur hann.
##med3##
Tryggingin fevnir um bronsuklæddar sonevndar pullartar, sum eru ein metur høgir og tjúgvu sentimetrar. Teir verða settir við tær fýra inngongdirnar til plássið.
13 á hvørjum stað, har nakrir kunnu senkast, so bilførarar við vøru til tey kongaligu ella onnur við neyðugum ørindum kunnu sleppa út og inn.
Tryggingin verður framd, eftir at lastbilar og aðrir bilar fleiri ferðir hava verið nýttir til álop í útlondum.
Í 2016 doyðu 86 fólk, tá ein lastbilur á Bastilledegnum koyrdi inni á Prommenade des Anglais í Nice.
Í London, Berlin, Stockholm og Barcelona hava illgerðarmenn eisin nýtt bilar.
##med4##
Í Danmark hevur Politiets Efterretningstjeneste (PET) mælt til, at fleiri støð verða tryggja fyribils við betongklossum, sum vit eisin hava sæð á ólavsøku og til festivalar í Føroyum.
Slíkar betongklossar hava eisini higartil avmarkað møguleikarnar at koyra inn á Amalienborg Slotsplads.
Men nú verður plássi tryggjað permanent og fullkomiliga.
Tað fer, umframt at tryggja plássi, fá tað meira harmoniskt, sigur Palle Kristofrersen, sum hevur ábyrgdina á arbeiðinum.
##med5##
– Fyribils betongklossarnir verða beindir burtur. 60 vegskelti kring innkomuvegirnar skulu takast niður. Og flisar o. a. verður broytt til endamálið.
– Tað er einki at ivast í, at øll, sum vitja á plássinum, fara at halda, at tað verður estetiskt nógv vakrari.
Fyrr í ár var yvirgangstrygging sett upp við Christiansborg. Hon er gjørd av millum annað 85 granitkúlum, sum GHB Landskapsarkitekter hava gjørt.
Tað er sama teknisova, sum hevur samstarvað við Slots- og Kulturstyrelsen um arbeiðið á Aalienborg.
Væntandi verður arbeiðið liðugt fyrst í komandi ári. Og tað vil siga áðrenn Margreta Drotning fylli 80 ár 16. apríl
/ritzau/