Fremad Amager vann leygardagin útidystin ímóti Stenløse í 2. deild eystur. Fremad Amager byrjaði dystin betur, og Andreas Mortensen og Anders Jochusem løgdu liðið á odda 2-0. Stenløse svaraði aftur beint fyri steðgin, so at støðan var 2-1 í hálvleikinum. Tann støðan helt sær til fram móti dystarenda, tá ið Andreas Mortensen skoraði til úrslitið 3-1. Fremad Amager liggur á næstfremsta plássinum í deildini.









