Amager misti oddasessin

Fremad Amager spældi um vikuskiftið ímóti Brønshøj í 2. deild eystur, og hesaferð noyddust teir á Amager at lúta.

 

Brønshøj legði seg á odda tvær ferðir, men Fremad Amager javnaði báðu ferðirnar. Seinastu 12 minuttirnar skoraðu teir í Brønshøj tvey mál afturat, og so var dysturin avgjørdur.

 

Rókur av Fløtum Jespersen spældi við seinastu 20 minuttirnar av dystinum.

 

Ósigurin hevði við sær, at Roskilde fór fram um Fremad Amager í toppinum.