Amager mátti lúta

Í gjár tapti FC Amager fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Føroyska felagið í Keypmannahavn var á vitjan í Greve, og tað var heimaliðið, ið skoraði einasta málið í dystinum. Tað gjørdi Patrick Wibroe, tá ið 56 minuttir vóru spældir. FC Amager hevur fingið góða byrjan í 2. deild eystur, og fyrstu umførini gekk sum smurt. Nú hevur liðið bæði spælt javnleik og tapt, men er framvegis við í toppinum.