Nú eru tað bert 2 stig sum skilja Roskilde og Fremad Amager. Sunnudagin vann Amager 2-0 á heimavølli ímóti Glostrup. Mohammed Abdalas skoraði beint áðrenn hálvleik, og Thomas Myssing økti við eini sannari perlu eitt korter fyri leiklok. Rókur av Fløtum Jespersen byrjaði millum teir fyrstu 11 hjá Amager, men noyddist av vøllinum eftir bara 24 minuttum. Oddaliðið Roskilde snávaði á útivølli ímóti Greve, Roskilde var á odda 2-0, men síðsta korterið spældi Roskilde 10 ímóti 11, og hesa yvirvág gagnnýtti Greve við at skjóta 2 mál.









