Amager fekk av at vita

Tað var ikki við mýkindum, at Viborg vitjaði hjá FC Amager í donsku 1. deild um vikuskiftið. FC Amager hevur annars fingið eina væl og virðiliga góðkenda byrjan upp á tilveruna, men sunnudagin gjørdist talan um sannan bank. Ikki minni enn 7-1 vann Viborg. Støðan í hálvleikinum var 2-0 til, men eftir steðgin gekk skjótt. Klokkan var bara komin upp á 68 minuttir, tá 1-7 stóð á máltalvuni, og hóast Viborg eftir hetta setti ferðina niður, so mundu tey flestu av heimaáskoðarunum tá vera farin heim.