Dysturin var ímóti Greve, og spælt var á Amager. Anders Jochumsen skoraði tvey mál fyri Fremad Amager, men báðu ferðirnar svaraði Greve aftur. Eitt korter fyri leiklok fekk ein Greve-spælari reyða kortið, men hetta forðaði teimum ikki í at javna, eftir Fremad Amager helt seg hava gjørt sigursmálið seint í dystinum.