Teir báðir Alvi Hjelm og Óli Mortensen luttaka um vikuskiftið á Danish Open 2019, har teir hendan fyrsta dagin royndu seg í 200 frí. Og tað gekk gott hjá serliga Alva, sum svam seg til 1:54.90 og persónlig met, í mun til 1:56.94 frá Danish Open í 2016.
Innleiðandi 200 frí:
12 Alvi Hjelm (1996) 1:54.90 – Besta tíð var 1:56.94
16 Óli Mortensen (1996) 1:56.18 – Besta tíð er 1:54.64
B-finala 200 frí:
3 Alvi Hjelm (1996) 1:55.04 – Besta tíð er 1:54.90
4 Óli Mortensen (1996) 1:55.08 – Besta tíð er 1:54.64
Føroyingarnir hava svomið ókey skjótt í dag á Bergen Swim Festival 2019, bæði í innleiðandi í morgun og síðani í eftirfylgjandi finalum. Rókur Trygvason (2000), Ægir svam seg til 1:06.64 og eitt 6. pláss í B-finaluni í 100 bringu Signhild Joensen (2000), Ægir svam seg til 29.74 og eitt 8. pláss í A-finaluni í 50 rygg.
Vár 9:08.50 og føroyskt met í 800 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í kvøld nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Bergen Swim Festival 2019 svam teinin uppá 9 minuttir, 8 sekund og 50 hundraðpartar. Vár átti sjálv føroyska metið á 9:09.34, frá Danish Open í 2016.