Álvarsligt ferðsluóhapp í høvuðsstaðnum

Mitt í meldurtíðini hendi eitt ferðsluóhapp við Velbastaðvegin í Havnini í dag.


Tað var um fýra tíðina, at óhappið hendi. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so hevur ein kvinna fingið skaða í óhappinum, ið hann lýsir sum álvarsligt. Annars hevur løgreglan ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.


Løgreglan, sjúkrabilar og sløkkilið vóru skjót á staðnum, og viðkomandi varð flutt á Landssjúkrahúsið.