Álvarsligar avleiðingar fyri føroyskar sjúklingar

Politikarar mugu taka ábyrgdina av sínum avgerðum, men tær kunnu fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskar sjúklingar

- Tað eru politikarar, sum taka endaligu avgerðirnar. Men avgerðirnar kunnu fáa stórar og álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingar í Føroyum.

 

Eivind Warberg, serlækni, er eisini farin upp í kórið, sum ávarar um gongdina í føroyska heilsuverkinum. Hann heldur, at føroysku politikararnir hava ikki skilt trupulleikan, og tískil taka teir ikki sína ábyrgd í álvara.

 

- Trupulleikin fer ikki at hvørva ikki, hóast politikarar ikki vil taka støðu, ella stinga høvdið í sandin.

 

 

Les eisini: Allir sjúklingar flytast á Landssjúkrahúsið

 

 

Eivind Warberg heldur, at tað tykist sum um at føroyskir politikarar nú eru vaknaðir við kaldan dreym, hóast um talan er um gamlar trupulleikar. Men hann heldur kortini, at tað er beinleiðis ódámligt, at føroyskir politikarar framvegis taka lokalpolitisk áhugamál fram um áhugamálini hjá súklingum.

 

- Grundin er antin, at tey tosa móti betri vitandi ella, at tey hugsa fyrst og fremst um egnar atkvøður, heldur hann.

 

Hann heldur tvørtur ímóti, at serfrøðin eigur at koma til orðanna um, hvussu heilsuverkið skal skipast.

 

- Endaligu avgerðirnar skulu politikararnir taka.  Men verða avgerðirnar tiknar uttan at faklig tilmæli verða fylgd, mugu politikkarar eisini taka ábyrgdina av tí. Men tað kann kann fáa stórar og álvarsligar avleiðingar fyri føroyska sjúklingin.

 

Hann heldur, at tað ber væl til at umskipa heilsuverkið, uttan at seta arbeiðsbólkar og skrivað langar frágreiðingar.

 

- Her snýr tað seg um at standa við sína ábyrgd og taka eina avgerð – og hetta hevur bráskund, sigur Eivind Warberg.

 

Hann heldur, at verða føroyingar kunnaðir sakliga um hesi viðurskiftið, kundi eisini hugsast, at tað kom eitt fólksligt krav um at viðurskiftini verða broytt.

 

- Føroyingurin hevur ikki uppiborið at liva við einum følskum tryggleika og tað er ein veruleiki, at sum støðan er nú, er trygdin er følsk, tí øll í Føroyum hava ikki somu atgongd viðgerð.

 

Hann sigur, at heilsuverkið í Føroyum hevur serliga tríggjar avbjóðingar.

 

Tann fyrsta er fíggjarkarmurin. Tað er nú vælkent, at av norðurlondum eru Føroyar tað landið, sum brúka minst upp á heilsuverkið, bæði í prosentum av Bruttotjóðarúrtøkuni, og fyri hvønn íbúgva.

 

- Føroysku politikararnir mugu gera upp við seg sjálvar, hvat tað er fyri eitt heilsuverk vit skulu hava, tí ein fær tað heilsuverk ein vil gjalda fyri.

 

Onnur avbjóðingin er medisinsk og faklig, ella hvussu heilsuverkið skal skipast og triðja avbjóðingin at fáa nóg mikið av læknum og serlæknum.

 

- Hesi trý viðurskiftini hanga óloysiliga saman, og mugu tí viðgerðast undir einum, tí øll hesi trý viðurskifti hava ávirkan á arbeiðið at sjúkugreina og viðgerða sjúklingar.

 

Um fólkið hevði verið kunnað um hesi viðurskiftið á ein reellan hátt, kundi eisini hugsast, at tað kom eitt fólksligt krav um at viðurskiftini skuldu broytast, heldur Eivind Warberg.

 

Hann heldur, at føroyingar eiga at verða kunnaður um, hvørjir vansar eru við verandi skipan í heilsuverkinum.

 

- Páhaldið um, hvussu trygt og gott tað er at hava sjúkrahús nærumhvørvinum, er ikki altíð eftirfarandi.

 

- Tað ger sjálvandi ikki tað sama, hvar ein verður innlagdur við akuttari sjúku, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni. Tíðin í dag krevur, at tað ofta er eitt heilt toymið av ymiskum serkunnleika við í viðgerðini av sjúklingum, sigur serlæknin.

 

- Harafturat er Føroyar so mikið lítið, at tað er umráðandi at tær meir álvarsligu viðgerðirnar verða savnaðarr á einum stað. Tað krevur eitt stað, og eina skipan, sum er meira von at taka sær av slíkum, og at henda skipanin virkar alt døgnið, alt árið.

 

- Ein skipan sum bæði hevur ta serfrøði sum krevst, og teir hentleikar sum krevjast, eitt sum røntgendeild við CT og MR skannara, rannsóknardeild og blóðbanka, umframt skurðstovur og eina intensiva deild, leggur hann afturat.

 

Les meiri um, hvat Eivind Warberg heldur um støðuna í føroyska heilsuverkinum, við at trýsta HER