Álvarslig arbeiðsvanlukka í Hósvík

Maður misti beinið umborð á Christan Høj

Klokkan gitt tvey í nátt fekk alarmsentralurin fráboan um, at ein av manningini umborð á Christian Høj, sum er gamli Suðurvarði, hevði fingið álvarsligan skaða umborð í samband við at skipið var við at leggja til kei í Hósvík.

 

Teir vóru í ferð við at leggja skipið til kaj og tað var meðan skipið lá upp á springið, og teir skuldu fáa ein enda úr aftasta klyssinum í bagborð, at ein 25 ára gamal maður, ið er frá Bulgaria, var so óheppin, at høgra bein kom at liggja millum trossan og lúnningina.

 

Bulgarin misti beinið um hálvt skinnabeinið og varð beinanvegin fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

Eftir umstøðunum hevur hann tað gott, sigur løgreglan.

 

Skiparin og reiðarin, ið vóru hjástaddir, bóru skjótt at og góvu manninum neyðuga hjálp, sigur løgreglan.