- Tað ber ikki til, at ein løgmaður lýgur fyri løgtingum og fyri Føroya fólki, sigur Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin í dag.
Í dag hevur Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendsmálaráðnum verið til avhoyringar í samband við arbeiðið hjá kanningarstjóranum í Skálafjarðartunnilsmálinum.
Les eisini: - Álvarsamt at løgmaður lýgur
Rúni Joensen gjørdi púra greitt, at løgmaður defacto gjørdi avtaluna við CIP um break fee milliónina, og um hetta er rætt, so hevur løgmaður sagt ósatt fyri løgtinginum og fyri Føroya fólki.
Les eisini: Fundaðist einsamallur við CIP í fleiri tímar
http://www.in.fo/news-detail/news/loegmadur-fundadist-einsamallur-vid-cip-i-fleiri-timar/
- Eg kann bara staðfesta, at tað er ongantíð í lagið at lúgva, og serstakliga ikki um talan er um landsstýrisumboð, sigur Bárður Nielsen.
Hann heldur, at um hetta er rætt, so eigur tað at fáa avleiðingar fyri løgmann og formannin í Sambandsflokkinum.
Samstundis sigur hann seg vilja síggja hvat niðurstøðan hjá kanningarstjóranum verður, men er hetta rætt, sum Rúni Joensen førir fram, so eigur tað altso at fáa avleiðingar.
Les eisini: Gjørdi einsamallur avtaluna um milliónina
Kaj Leo Holm Johannesen svaraði tann 25. oktobur í 2013 fleiri fyrispurningum frá tingkvinnuni Gunnvør Balle. Hon spurdi millum annað:
1. Var løgmaður einsamallur á fundi við umboð fyri CIP, áðrenn landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Innlendismálaráðnum vórðu innkallaðir til fundin 27. juni?
2. Um ja, hvør hevði kallað inn til fundin?
3. Hvat var umrøtt á fundinum?
4. Hvør luttók á fundinum?
5. Hví hevur løgmaður ikki kunnað um hendan fund?
6. Hví vil løgmaður ikki svara fjølmiðlum upp á spurningar um hendan fund?
Til tað svaraði løgmaður soleiðis.
"Eftir munnliga áheitan frá Kára P. Højgaard, táverandi landsstýrismanni hevði eg 26. og 27. juni óformligar fundir við Rúna Bro Róin. Eg greiddi Rúna Bro Róin frá politisku støðuni viðvíkjandi Skálafjarðartunnilinum, og eg metti, at við at fara í løgtingið við málinum vildi landsstýrismaðurin í innlendismálum fáa eina greiðari heimild fyri sáttmálanum við CIP. Róin var ónøgdur við støðu mína, og hann ynskti at fáa meg at undirskriva eina ískoytisavtalu til proceavvtaluna. Eg bar meg undan og vísti til, at tað var Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ið varðaði av málinum landsstýrisins vegna. Tí vísti eg til hansara."
Víðari svarar hann:
"Eg haldi heldur ikki, at nakað kom fram á fundinum, sum neyðugt var at kunna almenningin ella Løgtingið um. Hetta var bert ein orienterandi fundur, har partarnir greiddu frá sjónarmiðum sínum. Ongar avgerðir vóru tiknar á fundinum."