Sjey politibilar og nógv alvápnað løgreglulið eru í løtuni á Strondum. Greitt er ikki, hvat málið snýr seg um, tí løgreglan vil einki siga.
Fleiri politibilar við útrykningi fóru úr Havn stutt eftir klokkan trý, og hesar myndirnar eru tiknar á Strondum fyri løtu síðani.
Løgreglan skrivar tó soleiðis á Facebook:
»Politiið er í løtuni úti til eina hending á Strondum.
Heitt verður á øll um, at halda seg burtur frá økinum við bátahylin niðan fyri læknaviðtaluna.
Politiið hevur ongar viðmerkingar til hendingina í løtuni.«
##med2##
##med3##