Skaldsøgan ”Hundrað ára einsemi”, sum kolumbiski rithøvudin Gabriel García Márquez skrivaði, er nú komin á føroyskum máli.
Marianna Hoydal hevur týtt skaldsøguna, sum verður roknað sum ein av teimum heilt stóru í heimsbókmentunum. Skaldsøgan er týdd til flest øll mál, og milliónir av eintøkum eru seld kring heimin.
”Hundrað ára einsemi” er søgan um Buendía-ættina og um tann íspunna býin Macondo, ið verður grundaður og fer til grundar saman við ættini. Søgan er um kríggj og kærleika, um longsul og einsemi. Hon er á tremur við ræðandi veruleika og vónleysum hugflogi, alla tíðina á markinum millum søgu og søgn.
Forlagið Sprotin stendur fyri útgávuni. Edward Fuglø hevur gjørt kápumyndina.









