Eins og onnur ár verður hjúkla fyri eygum, oyrum og smakki, tí Mentanarhúsið er gjørt út til at vitjandi fáa eina góða uppliving.
Kl. 17.30 letur Mentanarhúsið upp, og har fara Systrar at hava støkk upp café, við leskiligum, løttum bitum og smakkgóðum dropum.
Unga foto-listakvinnan úr Klaksvík, Bjørg Elttør, sum lesur í Týsklandi, hevur framsýningina 'Trá(ð)leysir nalvastreingir' við sær til Føroyar.
Borðreitt verður við góðum mati og drekka. Annika Hoydal fer at spæla nøkur av hennara góðu løgum saman við framúrskarandi tónleikarum. Aftur í ár fer Elisa Vang at framføra við skemti.
Óluva Zachariasen fer at stýra kvøldinum. Yvirskipaða evni er móðurskapur, fallandi barnsburðartøl, minkandi tilflyting, og aðrar avbjóðingar fyri mammur, familjur og samfelagið alt. Eitt nú eru lutfalsliga væl færri kvinnur at halda fólkavøkstrinum uppi: Í oktober 2012 vóru áleið 1800 færri kvinnur enn menn í Føroyum. Tólv ár seinni, í oktober 2024, vóru kvinnurnar 2260 færri enn menninir.
Til at venda ymiskum spurningum verða tvey sofaprát:
Tað fyrsta hevur heitið, Er móðurskapur eitt frítt val?
Óluva Zachariasen tosar fyrst við listakvinnuna Bjørg Elttør, síðani koma Rigmor R. Dam, søgufrøðingur, og Maria Jørðdal, prestur, við í prátið um tað at velja børn til ella frá, úr einum listarligum, søguligum og eksistentiellum perspektivi.
Seinna sofapráti hevur heitið, Hví skulu vit tíma at fáa okkum børn? Til hetta prátið hittast kvinnur við fíggjarligum og politiskum innliti til eitt prát um samfelagsligu avbjóðingarnar, tá burðartalið ikki hækkar, og vit framvegis hava nógv færri kvinnur enn menn í Føroyum. Eisini verður kjakast um avbjóðingarnar fyri kvinnurnar, tá tær blíva mammur, og fyri familjurnar í dagsins samfelag.
Tær sum luttaka, eru: Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum; Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum; Gudny Vang, fyrrverandi býráðspolitikkari í Fuglafirði. Aðrar gløggar røddir koma eisini við sínum íkasti til kjakið.
Ársins Brita skal eisini kjósast. Aftur í ár fær dómsnevndin uppskotini frá lesarunum hjá Kvinnu, men hevur eisini fult frælsi at velja egin uppskot.
Brita er eitt heiti, sum verður ognartikið við týdninginum, at hon er ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.
Demokratia skipar fyri ókeypis bussi, sum koyrir úr Havn gjøgnum tunnilin til Fuglafjarðar, áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt. Tað ber til at koma uppí ymsa staðni á vegnum. Bussurin fer av Bursatanga og steðgar, um fólk melda til, við Løkshøll, við Skipanes krossin og í Gøtudali.
Atgongumerki - og bílegging til Demokratiabussin - á www.mh.fo