Altjóða Kvinnudagurin verður í ár hildin í Føroyahúsinum 8. mars. Byrjað verður kl. 12.00.
Á skránni er brunch og sjónleikur. Kristina Sundar Hansen framførir sjónleik, sum hon hevur skrivað til sjálvan dagin.
Hóast talan er um ein kvinnudag, eru øll hjartaliga vælkomin - kvinnur sum menn.