Tað er søgan um, hvussu vanligu kvinnurnar skaptu søgu, ið verður prísað altjóða kvinnudagin. Síðani hann á fyrst sinni varð hildin í 1911, hevur dagurin um allan heim verið kvinnum høvi til at savnast at fegnast um gongdina á frælsisleið og til at sýna teir sigrar, sum tær enn mugu vinna.
Sum Bahá?í-trúgvandi eri eg hugað at hátíðarhalda altjóða kvinnudagin við at kunna fleiri um ST-stevnuna, sum miðjar ímóti at beinast skal fyri øllum mismuni, sum kvinnum er fyri (kvinnustevnan). Kvinnustevnan er eitt altjóða lógaruppskot til kvinnurættindi. Henda stevna savnar og víðkar tiltøk, sum ST-stovnurin fyrr hevur sett í verk í sambandi við mismun, sum er grundaður á kyn. Annað er, at hon stimbrar tey viðurkendu mannarættindini, tí hon somuleiðis lýsir mismun, ið er kvinnum fyri.
Uttan so at kvinnum av sonnum verða veitt javn-rættindi, fáa hvørki tær ella menn fult og heilt ment tað, ið tey eru før fyri, og varandi friður og almannarættindi kunnu ikki grundfestast.
Tey, ið trúgva á Bahá?í, eru fullvís í, at kvinnufrælsið er grundstøðið undir framburði menniskjans. Um vit fara at megna at grunda og fremja siðalagsligu og lógligu umstøðurnar, sum eggja til og veita rættvísi í samfelagnum, fer limaskapur kvinnunnar at verða ájavnur við limaskapin hjá monnum.
Sue Philbrow
vegna Bahá?í samfelagið
Kvinnuframburðardeildin