Ibercisa, spanskur samstarvsfelagið hjá Klaksvíkar sleipistøð, skal veita dekksútgerð til nýggjan trolara, sum stóra amerikanska reiðaríið Fishermen Finest Inc. í Seattle letur byggja.
Nýggi trolarin, eitt ST-116XL snið hjá Skipsteknisk A/S, verður 80 metrar langur, og er ein nútímans frystitrolari, ið skal latast eigarunum í 2016. Trolarin er tann fyrsti á amerikanska marknaðinum, sum lýkur nýggjastu og strangastu krøvini til útlát og orkusparing. Fishermen Finest Inc. hevur raðfest at byggja eitt orkuvinarligt fiskifar, sum hevur útvalt Ibercisa el-spøl á dekki . Enntá politiski mynduleikin í Amerika fegnast um slík frambrot innan fiskivinnuna, um at minka um CO2 útlátið.
Á Klaksvíkar sleipistøð er somuleiðs fagnaður, tí sum umboð fyri Ibercisa í flestu norðanlondum, umframt Stóra Bretland og Írland, kann júst hendan avtalan fáa sera positivar avleiðingar fyri Klaksvíkar sleipistøð framyvir.
- Elektriskar spælskiparnir til fiskiflotan tykist verða tað náttúrliga valið hjá trolarum og nótabátum. Tað er ikki uttan orsøk, at elektrisku spælskipaninar verða valdar, tí Ibercisa el-spøl eru sett í meira enn 120 trolarar, ið fiska á øllum heimsins høvum, sigur Rógvi Jakobsen, marknaðarleiðari á Klaksvíkar sleipistøð.
Stóri eftirspurningurin eftir elektrisku spælskipanunum frá Ibercisa kemur millum annað av teimum eyðsýndu fyrimununum við nýtsluni av nútímans el-spølum umborð, umframt teimum stóru fíggjarligu fyrimuninum.
- Elektrisk spøl krevja minni generator orku umborð, tí framleidda orka verður munandi betri gagnnýtt, tað vil við øðrum orðum siga, at raksturin gerst bíligari og útlátið minni. Við tað at ongi hydraulikrør skulu leggjast til spølini, verður ongin oljudálking á dekkinum, sum kunnu standast av lekum ella brekum. Á dekkinum verða arbeiðsumstøðurnar eisini rúmligari og larmurin frá spølunum er næstan eingin. Av somu orsøk gerst tað liviligari umborð. Kostnaðurin at seta el-spøl umborð er eisini munandi lægri enn hjá øðrum oljudrivnum spølum, og harafturat er viðlíkahaldskostnaðurin væl lægri, sigur Rógvi Jakobsen.
- Elektrisk spøl er uttan iva eitt av størstu frambrotum í fiskivinnuni seinnu árini, tá ið talan er um effektivitet og nýtsluhátt, sigur hann.
Klaksvíkar sleipistøð hevur eftir øllum at døma prógvað sítt kappingarføri, tí eftir stuttari tíð sum umboð, skal Klaksvíkar sleipistøð veita og servicera elektrisk spøl til tveir trolarar, sum eru í gerð uttanlanda.
Avtalan við Fishermen’s Finest Inc. kom í lag á messu í Seattle í farnu viku, har Klaksvíkar sleipistøð og Ibercisa luttóku á sama bási. Talan var um messuna Pacific Marine Expo 2014.
- Hetta er ein sera týðandi messa fyri amerikanska fiskiflotan, sum stendur fyri stórum avbjóðingum komandi tíðina. Amerikanski trolaraflotin, sum er á leið eins gamal og føroyski, er í tilgongd at verða endurnýggjaður og amerikanarar leita eftir nýggjum og orkusparandi hættum at reka fiskivinnu á. Ein liður í hesum er, at útvega sær elektrisk spøl frá Ibercisa, sum Klaksvíkar sleipistøð er umboð fyri í flestu norðanlondum, umframt Stóra Bretland og Írland, sigur Rógvi Jakobsen.