Í samband við Altjóða Giktadagin, skipar Giktafelag Føroya fyri almennum tiltaki í Løkshøll í Runavík hin 12. oktober.
Tiltakið verður frá klokkan 19 til 22 hetta kvøldið.
Tað verður formaðurin í felagnum, sum fer at bjóða vælkomin og fer at greiða frá arbeiðnum hjá Giktafelag Føroya.
Greitt verður eisini frá giktaviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og her verða tað terapeutar á sjúkrahúsinum, sum fara at siga frá.
Fyritøkan ROSAH fer at vísa fram ergonomisk hjálpartól, og síðan verður ein forvitnislig framløga hjá Pero Soré, sum er serlækni í reumatologi.
Eftir framløguna hjá giktalæknanum, verður prát, hugni, kaffi og smákøkur, og í Giktafelag Føroya gleða tey seg til at síggja nógv fólk til tiltakið í Løkshøll.