Altjóða dagur teirra, ið bera brek

Í fólkamunni og kanska serliga upp til val, sum nú upp til løgtingsvalið, verður ein bólkur av børnum, ungum og vaksnum, ið ikki eru sum tey flestu, aloftast umrødd. Men hvat kalla vit hendan bólk: tey við brek, tey uttan rødd, tey sárbaru, tey við menningartarni, tey við rørslutarni, tey við serligum tørvi ella tey veiku?


Um eg hvønn týsdag, tá eg eri til arbeiðis sum heilsufrøðingur á skúlanum á Trøðni sigi við næmingarnar, at tey eru veik ella ikki hava eina rødd, so fari eg skeiv!


Hesi børn, sum eg møti, eru sterk og absolut ikki veik. Fleiri av teimum hava kanska havt trupulleikar í móðurlívi, summi hava onkra íborna sjúku ella brek, og summi fingu onkran trupulleika, beint sum tey vórðu fødd, og aftur onnur hava aðrar trupulleikar, ið ávirkar teirra gerandisdag.

 

 

Tað vil siga, at hesi børn og ung hava sanniliga arbeitt og víst stríðsanda, summi bara fyri at yvirliva fystu tíðina sum pinkubarn. Alt sum eigur at koma heilt av sær sjálvum, so sum at anda, læra at eta, grulva, sita, ganga, renna, práta og mangt annað, hava tey brúkt eyka orku til og nógv meira enn undir vanligum umstøðum, men hetta er bert tað kropsliga. Somu børn og ung hava ofta avbjóðingar kognitivt og sálarligt, og tað er ein avbjóðing í sær sjálvum.

 

So vit mugu steðga við at kalla tey veik!

 

Tey uttan rødd havi eg hoyrt onkran úttala seg, tá tosað verður um hesi børn og ung. Røddina hava tey sanniliga, ikki altíð við orðum og fínum fyrilestrum, men tey duga væl at vísa á, tá tey hava tað gott, eru glað og trívast. Líka so væl, sum tey duga at siga frá, tá tey ikki hava tað gott, eru óglað og trívast illa. Viðhvørt krevur tað bara, at vit, sum eru um tey, og vit sum samfelag, skulu lurta betur eftir.


Eitt av mínum hjartamálum er, at øll skúlabørn skulu hava atgongd til ein innbjóðandi og mennandi skúlagarð.


Síðani eg byrjaði á skúlanum á Trøðni sum heilsufrøðingur, havi eg ikki hoyrt skúlabørnini tosa um nakran skúlagarð. Tey siga ikki við orðum, at tey kundu hugsað sær eina reiggju, eina trampolin ella eitt klatristativ, men sanniliga brúka tey sína rødd fyri tað. Tey vísa tað við kropsligum órógvi, summi meira uppfarandi og larmandi og onnur meira still. Tey vísa á grundleggjandi tørvin, ið øll børn hava - at kunna spæla og brúka kroppin aktivt.

Hesi børn, eins og øll onnur skúlabørn, skulu sjálvandi hava ein góðan skúlagarð. Og tá hesi somu børn hava ymsar motoriskar avbjóðingar, so sigur tað seg sjálvt, at her má okkurt gerast!


Ein onnur rødd, sum hesi børn og ung hava, er røddin á foreldrunum. Nú hugsi eg ikki bert um foreldur at børnum, ið ganga í skúlanum á Trøðni, men øll foreldur, ið hava børn, við avbjóðingum av ymiskum slag.

Vit lesa og hoyra í fjølmiðlunum um børn, ið ikki hava tilboð um frítíðarskúla, so foreldrini mugu verða heima. Talið á børnum og ungum, ið hava skúlaaftran er vaksandi. Vit hava hoyrt um fosturforeldur, ið mugu siga uppgávuna frá sær, tí tey ikki fáa neyðugu hjálpina. Bíðilistin til útgreining á Barna- og ungdómspsykiatiini er alt ov høgur, og eg kundi blivið við. Men aftanfyri øll hesi dømini hava vit foreldur, sum royna av øllum alvi at siga frá, og tað hava tey gjørt leingi, men teirra rødd verður ikki hoyrd.


Lat tað verða heilt sikkurt, at hesum vil eg arbeiða fyri, verði eg vald á ting. Eg vil ikki bara verða ein rødd, men fari at arbeiða hart fyri at børn og ung við serligum tørvi verða raðfest hægri.

 

Hetta er ikki ein einføld uppgáva, men vit mugu sum samfelag lurta meira og gera nakað munagott á hesum øki, áðrenn foreldrarøddirnar tagna. Tí stórsti taparin eru børnini.


Sára Gullfoss,

 

Valevni hjá Javnaðarflokkinum