Altjóða arbeiðaradagur – arbeiðsvikan skal styttast

Í dag er altjóða arbeiðaradagur, og við arbeiðarafeløgunum á odda markera vit stríðið fyri virðiligum arbeiðskorum fyri arbeiðsmenn- og kvinnur. Tíverri er dagurin í ár ikki ein vanligur 1. mai, nú kríggj er í Europa og 67 dagar eru farnir, síðani Russland tann 24. februar leyp á grannalandið Ukraina. Gævi satt, at hesin sorgarleikur skjótt fær ein enda.  

 

Í dag kunnu vit njóta ágóðan av teimum rættindum, sum ættarliðini undan okkum hava stríðst fyri. Men politiska stríðið er framvegis neyðugt, eins og tá ið verkafólk í 19. øld fylktust og kravdu fíggjarliga og politiska viðurkenning fyri teirra íkast til felagsskapin. Og hetta politiska stríðið skal takast frá 2. mai til 30. apríl hvørt einasta ár.

 

Vit vita, at tess fleiri løntakarar skipa seg í fakfeløg, tess javnari er eitt samfelag. Talið av løntakarum, sum eru limir í fakfelagi, hevur beinleiðis ávirkan á tann partin av samlaðu inntøkuni, sum fátækasti parturin av løntakarunum fær lut í. Hetta sambandið millum limaskap í fakfelagi og býtið av samlaðu lønarinntøkunum vísir stóra týdningin av einum væl skipaðum arbeiðsmarknaði við fakfeløgum og sáttmálum.

 

Fyri 42 árum síðani fingu vit 40 tímars arbeiðsviku í Føroyum, og tíðin er langt síðani komin til at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.

 

Stóra trotið á starvsfólki á vælferðarøkinum er nógv umrøtt. Talan er um kvinnustørv næstan burturav, og tær flestu arbeiða niðursetta tíð. Fakfeløgini fyri heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar gera vart við, at teirra limir í stóran mun arbeiða niðursetta tíð, tí arbeiðsdagurin er ov langur. Og er arbeiðið í skiftandi vaktum, er nærum ógjørligt at røkka teimum 40 tímunum hvørja viku.

 

Hetta hevur álvarsligar avleiðingar fyri pensjónina og fyri lívsinntøkuna og setir alt ov nógvar kvinnur í eina sera ringa støðu, tí teirra løn røkkur frammanundan langt frá til ein alsamt dýrkandi gerandisdag.  

 

Við eini arbeiðsviku á 37 tímar verður tað høgligari at sameina familju- og arbeiðslív, umframt at umstøðurnar verða betri fyri at hava eina meiningsfulla frítíð og, ikki at gloyma, at fáa ta lívsneyðugu hvíldina. Uttan hesa javnvág økist vandin fyri umsorganarmøði og strongd, sum longu raka alt ov meint í dagsins samfelag.  

 

Eg viðurkenni, at trupulleikin við starvsfólkatroti á vælferðarøkinum er kompleksur, og eingin løtt loysn kann ristast úr ermuni. Men ein arbeiðsvika á 37 tímar er ein ítøkiligur og sentralur partur av loysnini.

 

Kvinnur skulu ikki hava eina politiskt vælsignaða orsøk til at velja ímillum, um tær vilja hava eitt arbeiðslív, sum gevur breyð á borðið og tak yvir høvdið, ELLA um tær vilja hava familju og børn. Sjálvandi skulu tær kunna bæði tvey – alt annað er órættvíst. Vit vita frá øðrum londum, at um tær eru noyddar at velja, ja so velja tær arbeiðið. Slíkt tvingsilsval hvørki kann ella skal eitt vælferðarsamfelag góðtaka.

 

Sitandi mansstýri hevur langt síðani prógvað, at teir gera alt fyri at halda kvinnum burtur frá landsins leiðslu. Teir piprast av ræðslu við tankan um rættindi til samkynd og teirra børn, og við sínum sparingum raka teir eirindaleyst tey veikastu menniskjuni í samfelagnum. Teir seta kikaran fyri blinda eygað, tá ið tað um vaksandi ójavnan í samfelagnum ræður, so haðani er einki munagott í væntu.

 

Lat okkum gera okkara fyri, at hendan asosiala oyðimarkargongdin brátt fær ein enda. 

 

Góðan 1. mai øll somul.

 

Kristianna Winther Poulsen, limur í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin