Skeiðið var í døgunum 1. til 20. august. 19 studentar úr hesum londum hava verið við á skeiðinum: Týsklandi, USA, Tailandi, Skotlandi, Onglandi, Niðurlondum, Spania og Íslandi. Stílað fyri skeiðinum fyri Føroyamálsdeildina hevur Zakaris Svabo Hansen, og saman við honum hevur Hjalmar P. Petersen tikið sær av málundirvísingini. Aftur at hesum hava fyrilestrar um fjølbroytt evni verið á skránni, eitt nú um bókmentir, munnbornan skaldskap, føroyska søgu, grindaveiði, landa- og jarðfrøði, ungdómsmentan og fólkanøvn. Skipað hevur verið fyri vitjanum á søvnum, og fleiri útferðir hava eisini verið á skránni. Eftir ætlan - og er undirtøkan nóg stór - verður skipað fyri skeiði aftur um somu tíð komandi ár. Meira verður at síggja um tað á heimasíðu Fróðskaparsetursins: www.setur.fo
Myndatekstur:
Summarstudentarnir. Fremra rað f.v.: Anke Hegemann, Týskland, Ingrid Werner, Týskland, Hagan Brunke, Týskland, og Kellie Holler, USA.
Miðraðið f.v.: Andrea Hesse, Týskland, Guus Kroonen, Niðurlond, Anna-Kajsa Anderson, USA, Karin Heigl, Týskland, og Jennifer Henke, USA.
Aftasta rað f.v.: Andrew Donaldson, Skotland, Oliver Watts, Ongland,
Mariano González Campo, Spania, Christian Rebhan, Týskland, Jürgen Wunder, Týskland, Zakaris Svabo Hansen, lærari, og Katrin Fricke, Týskland. Á myndini vanta: Sasikan Nielsen, Tailand, Elizabeth Johnson, USA, Kristrún Guðmundsdóttir, Ísland, og Wolfram Prkno, Týskland.